Dulsmál í 25 ár

-

Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á forsíðuni á Fríu Föroyum. Vit avdúkaðu tá fyri Føroya fólki úrslitið av kanningunum hjá teimum báðum friðargranskarunum Paul Claesson og Owen Wilkes.

Í greinini varð sagt frá, at samstundis sum NATO-støðin á sornfelli varð bygd (1959-62) varð sett upp eitt sonnevnt »kommunikatiónsanlegg«, amerikanskt burturav, sum tók ímóti upplýsingumum mótpartin og sendi teir ávegis til amerikonsku njósnaramiðstøðina National Security Agency (NSA).

Tøkniliga eru skermarnir sostatt ein »kommunikationsstøð«, sum sendir viðari serligar upplýsingar- ein sonevnd NARS-støð (North Atlantic Radio System), varð sagt í greinini.


Aðalbrot á danskan hernaðarpolitikk

Í greinini varð hildið fram: Tá ið Danmark í 1949 gjørdist limur í NATO, segði danska stjórnin seg ikki vila loyva, at nakar fremmandur setti upp herstøð á donskum landaøki. Danir hava øll hesi 25 árini sagt okkum, at Føroyar eru partur av danska kongaríkinum, sum er limur í NATO. Tí kunnu vit føroyingar ikki krevja, at NATO-støðin verður burturbeind. Men nú vísa hesir báðir friðargranskararnir á, at skermarnir á Sornfelli hava einki við NATO-støðina at gera, teir eru reint amerikanskir!

Sostatt hýsir danska kongaríkið einari reint amerikanskari hernaðarstøð á føroyskari jørð!!!


Hervaldið lýgur

Undir hesi yvirskriftini viðgjørdu Fríu Föroyar 14. februar 1992 eitt sjarmutíðindaskriv frá hervaldinum í sambandi við at rustaðu skermarnir nú skuldu pilkast niður. Tá tosaði blaðið við Herluf D. Hougesen, oberst í mjórkadali. Hesin bedýraði , at alt sum var og hevði verið uppi á Sornfelli hoyrdi undir NATO. Hann kendi einki sum helst til nakra amerikanska njósnarastøð, segði hann, ikki sørt firtin.

Hvørki í 1984 ella 1992 vóru nógv, sum trúðu skriving Fríu Föroya, men nú er so endiliga vend komin í við tað, at partur av kanningini, sum søgufrøðingar løgtingsins hava gjørt í skjalasøvnum í USA, er likin út. Øll kanningin verður helst almannakunngjørd seinni í hesum mánaðinum. Kanningin kann gerast ein rimmar trumfur, tá landsstýrið skal samráðast út og spart milliardir av krónum á henda hátt, so nýtist ikki føroyingum longur at standa við hattinum í hondini, sum vit gjørdu fyrst í nítiárunum.

Og uttan iva kunnu vit nú um hernaðarmálið siga: Dulsmál í 40 ár.


Arnbjørn R. Thomsen