Dulnevndur stuðul ger Javna sjónligari

Tey, sum hyggja at hondbólti, hava varnast, at summi av liðunum hjá H71 hava búmerki hjá Javna aftanfyri á blusunum.

Javni sigur, at hetta hevur fingið fólk at fregnast, um felagsskapurin er farin at stuðla H71 burtur úr øllum øðrum ítróttarfeløgum.

Men Javni sigur, at so er ikki.

Støðan er tann, at ein dulnevndur stuðul hevur latið H71 eina peningagávu

Tí hevur H71 spurt Javna, um tey kunnu sleppa at seta búmerki hjá felagsskapinum á blusurnar hjá summum liðum.

Javni sigur, at hetta er eitt tilboð, sum tey fegin tóku ímóti, tí tað ger Javna sjónligari .

Og jú meira vit síggjast jú betur, leggur felagsskapurin afturat.