Torbórn Jacobsen
Símun H. Jensen. Bert tú við navnið? Eru tit gamlir skipsfelagar? Hava tit nakað útistandandi? Hava tit kanska, á tíðarinnar havi, skammfílað hvønnannan somikið, at sárini ikki lekjast aftur? Ein av redaktørunum á bløðunum er í hinum endanum. Ein vika er farin á tíðarhespuna síðani, og satt at siga skilti eg ikki petti av orsøkini til hesar spurningarnar. Kendist ikki við navnið, havi ongantíð á lívsleiðini hitt nakran, sum bar hetta navnið. Skilti tó, at talan var um eina frontala persónliga og perfida konfrontatión ímóti mær, pápa mínum og øðrum navngivnum persónum, allir fyrr og núverandi politikarar. Jákup í Lopra, Bjørn á Heygum, Jákup Olsen, Jóhan Dahl og Edmund Joensen.
Blaðstýrarin staðfesti eftir rannsókn, at maðurin var ikki til. Hvørki í Suðuroy, tíansheldur aðrastaðir í landinum. Símun H. Jensen, Tvøroyri, stendur skrivað við hond undir sjálvum tekstinum, ímeðan brævbjálvin er poststemplaður í Vági. Man tað rættara ikki heldur vera, at dulnevndi eiturormurin býr onkustaðni harímillum, og at hann við hesi óintelligentu fintuni helt seg kunna ørkymla sínar uppspunnu fíggindar og redaktørarnar í blaðheiminum ? Lat okkum bara kalla eiturormin Símun H. Jensen fyri SHJ, mest fyri at lætta um hjá lesaranum, ivaleyst er hann meinkunnugur teimum flestu, í hvussu er sunnanvert Suðuroyarfjørð, har hann sjálvur sigur seg at hava bústað.
Táið redaktørurin hevði staðfest, at skrivað var undir dulnevni, legði hann brævið til viks, og avgjørdi ikki at seta tað í blaðið. Nú vóru góð ráð dýr hjá SHJ, hvussu skuldi hann nú sleppa av við sínar frustratiónir og dulnevndu hunddálkanina av sínum fíggindamyndum? Annað slysálopið varð gjørt á Sosialin. Í øllum aktivitetinum, á eini strongdari redaktión fyri dead-line, vóru Jan og hansara menn ikki nóg tjekkaðir ta einu løtuna, SHJ eitraði seg ígjøgnum nálareygað, og fríggjakvøldið kundu allar Føroyar kunna seg um ein riðil av keltringum, sum høvdu herjað og neyðtikið landið, og sum framvegis riðu hesum samfelagnum sum marran.
Fyri løtu síðani slerdi Jan uppá tráðin og boðaði mær frá sínum trupulleika, og at hann ætlaði at koma við eini treytaleysari umbering í blaðnum mánakvøldið komandi. Vit sáttaðust í friðsemi um málið, íminning og illstøða fremur onki, og eg var rættiliga vísur í, at Jan var drigin upp á tráð av einum ósaknæmun psykopati sunnanfyri Hovsegg, løddur av hatri, stikni og meinfýsni. Eitt monstur í menniskjalíki. Hvøljan er tó so resistent og girðin, eftir eina fjórðingsøld á sjónum og 8 árum á politiska pallinum, at onki bítur á, tó var eg eitt sindur keddur um, at pápi mín skuldi verða skammbitin alment á henda hátt. Hann hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í gott og væl seksti ár, tey fyrstu fýrati árini til sjós og síðani á landi, tey flestu árini í vinnu hjá sær sjálvum, og táið hann ongantíð hevur úttalað seg alment um nakað sum helst, og er kemiskt samanskrúvaður soleiðis, at hann skýggjar at vera partur av almenna pallinum, kendist tað svárt, at ein eldri maður, sum sjeytifimm ára gamal, framvegis fer til arbeiðis hvønn dag, oftani í vikuskiftunum eisini, varð hongdur á lyktapelarnar og hunddálkaður fyri alra manna eygum. Ongin virkin maður kemur ígjøgnum tríggjar fjórðingsøldir uttan at gera mistøk, uttan at renna seg í onkran óvæntaðan strong so hissini, men eg veit onki um, at hann hevur ligið nøkrum til byrðu og last, hvørki her ella aðrar staðir. Eiturormurin SHJ hevur tó eina tvørgangandi sannføring um hesi viðurskifti. Og hana fær man í ráðaloysi bara tikið til eftirtektar, táið maðurin ikki hevur mansdirvi at vísa fram sína misháttu skon.
Hevur ein ikki gjørt dagsins gerning í 18 ár, livað av almannaveitingum hóast fullan kropsligan førleika og er blacklistaður í øllum reiðaríum á norðaru hálvu fyri ódugnaskap, so situr tú í tínum egna torni og gerst bara beiskari og tvitnari fyri hvønn dag sum gongur. Hevur tú so hartil psykopatiskar tendensir íbornar, so býðst ikki bøtur. Til endans verður tú, í brotum og pørtum, sogin inn í hetta psykopatiska rúmið, umgirdur av níðingum, devlum og einum samfelag, ið samfelt hevur sett sær fyri at knúsa teg og bara teg. Uttan at vita av tí, verður tú stýrdur av merkiligum hallucinatiónum, og fært tú tær tá upp í nevið, gongur heilt av skriðuni. Systemið skræðnar, tú gerst vargur í blindum og skammbítur í flokk.
Eitt kvøldið, fyri umleið trimum mánaðum síðani, ringdi ein maður til mín. Hann var desperatur og skít. Gekk berserkaragongd í hinum endanum, og eg mundi druknað í ríðunum av runubløkum og fúlheitum. Maðurin var sansaleysur, átøkur einum kennisemivillingi. Og nú eg sá dulnevnda lesarabrævið frá eiturorminum Símun H. Jensen ella SHJ, varnaðist eg beinanvegin, at innihaldið í brævinum er effinett tað sama, sum hesin dýrandi fulli maðurin skumpaði burturúr sær í telefonini hetta heystkvøldið í fjør. Og hóast hann er banalur, so er ein upplýsingur í brævinum, sum kemur frá deyðum manni, ið ikki fær vart seg, sum við rættiligari vissu sannførdi meg um, at maðurin í hinum endanum og greinskrivarin er ein og sami maður. Hann verður sjálvandi fyrigivin. Íminning og hatur fremur onki. Og hevur hann førkað seg yvir í eina hugaligari sálarstøðu, eftir hesi psykopatisku delerium tremens herðindini, so vænti eg, at pápi mín, Bjørn, 2 X Jákup, Jóhan og Edmund eisini fara at fyrigeva hesum sálarliga sjúka manni.
Okkurt bendir á, at veruliga skammlopið handan skallabeinini kom, táið eg skrivaði eina viðmerking til eina grein, sum Jóhan Dahl hevði í bløðunum fyri kortum. Nevndi sum viðfáning orsøkina til, at Garðamaðurin ikki slapp at sita í Tinganesi í meira enn 21 dagar. Í Føroya Rætti var hendan orsøkin uppi og vendi nú um dagarnar, og sambært Útvarpinum, var hon reinur heilaspuni. SHJ hevur so í síni ormaveru fingið eitt rættiligt keltringareiður burturúr hesum. Um lesarin ikki veit tað, so er keltringur danskt orð, og merkir: Bandit og slyngel.
Bandittarnir, ið nevndir vera í dulnevnda lesarabrævinum, hava somikið av mentalum og intellektuellum førningi, at ongin orsøk er hjá mær at gera eina roynd at verja teir fyri huldumanna álopi. Tað megna teir nógv betri sjálvir. Bjørn hevði verið deyður av maktarloysi fyri nógvum árum síðani, skuldi hann bara livað av tí, sum vit hava fingist við í føroyskum vinnulívi. Hinir hava allir roynt at fingið okkurt upp at staðið, og hóast tað hevur gingið misjavnt á, og teir politiskt eru mínir diametralu mótsetningar, so fái eg ikki annað enn havt virðing fyri monnum, sum royna entreprenørleiklutin, slíta seg úr monotonu 40 tíma vikuni, og leggja til brots, bæði fyri egnar og fyri samfelagsins sakir. Hann, ið verður mest úthongdur í greinini, er løgtingsformaðurin Edmund Joensen, beinleiðis kriminaliseraður, táið sagt verður, at hann lívgaði gomlu vinnulívskempuna í Vági, Jákup í Lopra, við einum fiskiloyvi. So nógvur bruni er í hesi løðingini, at bara rættarskipanin kann gera greiði og skjal á slíkum uppáhaldi. Dirvisloysingurin og niðagrísurin SHJ, sum ikki tordi at stríðast við opnari pannu, mann til mann, valdi so at skumpa málið yvir á teir sakleysu redaktørarnar Dan Klein og Jan Müller.
Vóni, at teir sum sigldu við mær øll árini, hava lisið hendan skitna lesturin hjá Símuni H. Jensen ella SHJ. Ivaleyst hava teir stuttleikað sær óført í vikuskiftinum, nú teir fáa at vita, at teir hava gingið svangir í íshavinum í tjúgu ár fyri hálva løn. Hetta man vera tað nærmasta ein kemur trælahaldi á norðaru hálvu. Og slíkum kunna bara keltringar stjórna. Somikið kunna vit báðir SHJ verða samdir um. Ólíka lættari og makaleysari, at bíða eftir kekkinum frá Almannastovuni, so at lívið sum psykopatur og eitursprænari ótarnað kann halda fram. Til niðurbrótingar fyri teg, tey álopnu og alt samfelagið. Alt ímeðan manningin hjá Tobba rennur uppi í grønlendsku fjøllunum við skammbyrsu og roynir at veiða sær eitthvørt til matna, fyri at halda svongdini frá dyrnum.
Nú Jan ringdi, fari eg at takka honum fyri, at hann vísti sítt stóra sinnið, tók í egnan barm, sjálvt um hann var hongdur upp av einum ókendum huldumanni og keltringi. Fyrigivin verður eisini Símun H. Jensen ella SHJ. Í einum framkomnum og siviliseraðum samfelag ber man yvir við og tekur sær av sálarliga sjúkum fólki, og til endans fari eg at heilsa honum, sum kanska hjálpti SHJ, at skriva lesarabrævið, handverkið er ov dygt til at vera skrivað av einum amatøri. Venjing dugnar kynstrinum. Og táið viðkomandi áður er avdúkaður í andaligari gardinpimping av slíkum slagi, og kanska høsnast í grannalagnum, mega fyrivarnini frameftir takast út frá nýggja veruleikanum, sum nú er íkomin.
O nkur heldur kanska, at hetta ljóðar sum ein paranoidur peruvellingur, og tað er tað kanska eisini, allíkavæl havi eg eina rímiliga trygga kenslu av, at eg í hesi hugleiðingini havi rakt psykopatiska huldumannin í solar plexus. Og tað fer kanska at síggjast, um ráðsnillingurin eisini er særdur, táið hann kemur fyri ein dag aftur. Tað spyrst um livst. Tragikomikkurin verður tó ikki fullkomin, fyrrenn hesin feiki og prúði huldumaður, í øllum sínum veldi, gongur út úr pollamjørkanum onkustaðni ímillum Munkin og Hovsegg.
Stuttligt kundi eisini verið at vita, um stuðulspedagogurin mundi vera so galantur, at hann tók brævbjálvan við sær til Vágs fyri at lætta um stríðið hjá eiturorminum SHJ? Tað spyrst valla nakrantíð, og helst er tað best fyri allar partar í málinum. Fyri mítt viðkomandi er dulnevnda atsóknin úti av verðini eftir hesa viðmerkingina og umberingina frá Múller redaktøri. Spell bara, at prinsippið hjá Jan, um dulnevnd lesarabrøv, varð sniðgingið á ein so lúsutan hátt.
torbjorn@post.olivant.fo