Undir heitinum "Samfelags eygleiðarar" er komin ein dulnevndur faldari í hvørt hús í landinum, skrivar Vágaportalurin.
Faldarin snýr seg um Kringvarpið og public service miðilin verður mettur á ymiskum vágskálum, har politisku flokkarnir og politikarar verða settir í samband við Kringvarpið á ymiskan hátt.
Til dømis stendur: KVF politikarar og har verða so Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Ingolf S. Olsen og Sjúrður Skaale nevnd.
Samstundis stendur ein listi yvir tey ráðandi í KVF, og har verða tey bólkað soleiðis, sum avsendarin metir støðuna - og ikki so, sum hierakiska skipanin í KVF í veruleikanum er. T.d. eru ávísir journalistar mettir at vera altráðandi, meðan stjórin er rímiliga langt niðri á listanum.
Faldarin er ivaleyst at finna í postkassum kring landið nú. Men ikki er greitt, hvør stendur aftanfyri hendan faldaran, sum at síggja til er enn eitt dømi um dulnevnt runublakarí.