Dulnevnda blaðið sent til prentingar av Estra

- Men vit eru ikki avsendarin, sigur Gunvá við Keldu, stjóri í Estra

Í royndini at finna fram til, hvør er avsendari av dulnevnda blaðnum, sum varð sent í hvørt hús í Havn í gjár, hevur Sosialurin tosað við fyritøkuna Estra í Gøtu. 

 

Les eisini: Heðin veit ikki hvørjum hann skal stevna

 

Og rætt er, Estra hevur sent blaðið til prentingar. Men Estra tekur ikki ábyrgd av innihaldinum. 

 

- Vit hava nógvar kundar og gera tað vit verða biðin. Vit fyrihalda okkum ikki til, um tað skal vera avsendari á ella ikki, sigur Gunvá við Keldu, stjóri. 

 

Les eisini: »Haturskampanja« móti Heðin Mortensen við Posta

 

Hon vil ikki upplýsa, hvør hevur umbiðið, at blaðið verður sett upp og sent til prentingar. 

 

- Eg kann einki siga um okkara kundar, uttan at eg spyrji meg fyri fyrst, sigur Gunvá við Keldu. 

 

Veitst tú, hvør hevur umbiðið dulnevnda blaðið, kanst tú skriva til post@sosialurin.fo