Fjølmiðlar hava nú avdúkað, at løgreglan í Portugal hevur fleiri loyniligar frágreiðingar um málið við ensku gentuni Madeleine McCann, sum hvarv har fyri skjótt trimum árum síðani. Sambært fjølmiðlunum er talan um fleiri hundrað síður, sum løgreglan hevur dult.
Eitt nú er talan um eina vitnifrágreiðing hjá einum fólki, sum segði seg hava sæð ein mann toga eina smágentu upp í eitt flogfar í portugisiska býnum Faro somu nátt, sum Madeleine hvarv.
Í einum øðrum føri er talan um myndir úr einum eftirlitstóli í Ný Sælandi, sum vísa ein mann við einari smágentu, ið líkist Madeleine McCann.