Dagstovnurin Gjáarlon í Vestmanna hevur fingið ein óvanligan trupulleika. Stovnurin eigur mangar dukkur, men teimum vænta klæði. Stovnurin biðjur tí um hjálp at klæða dukkurnar.
- Um tað er onkur mamma, omma ella onkur annar, sum hevur tíð og hug at binda/seyma teimum klæðir, høvdu tær og vit verið ógvuliga glað, skrivar stovnurin á Facebook.
Eitt kreativt hugskot, sum aðrir stovnar kanska kunnu taka til sín eisini.