Dukkumentar er heitið á eini video-installatión, sum Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík 7.-11. januar. Opið verður hvønn dag frá 16 til 21.
Hetta er ein verkætlan ætlað ungum í Føroyum. Endamálið er fyrst og fremst at fáa tey ungu, sum vanliga ikki ganga til listaframsýningar, oman í Smiðjuna, tó at øll onnur sjálvandi eisini eru vælkomin.
Video-installatiónin er sett saman av eini dukku-animatión og so einum dokumentariskum stuttfilmi, sum lýsir kreativu gongdina í verkætlanini.
Tær báðar, Marianna og Rannvá, hava arbeitt við hesi verkætlan síðani september mánað, eftir at tær hava lokið prógv innan móta og koreografri.
Forarbeiðið til filmin er fyri tað mesta gjørt í London, men ein ferð til Montreal og New York hava eisini verið á skránni hjá teimum báðum.
Sagt verður annars í tíðindaskrivinum, at stórur dentur er lagdur á at skapa eina listaframsýning, sum hevur ein øðrvísi og ikki heilt so hátíðarligan dám. Til dømis er listarúmið líkt eini stovu við brúktum sofum og stólum, sum hyggjarin kann sleingja seg í, og soleiðis kenna seg heima, samstundis sum ein listarlig uppliving stendur á skránni.
Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir hava sjálvar staðið fyri upptøkum, animatión og redigering.