Heimskenda Dukkuteatrið í Tallinn, Eestinuku Ja Noorsooteater, kemur nú til Føroyar at framføra ein dukkuleik ? á føroyskum 20. - 22 september.
Leikurin ber heitið »Johnny og sjey vinir hansara«. Hetta er ein søga, um ein drong sum er so glaður fyri sunnudagin. Hann fer at leita eftir hesum degi, fyri at spyrja um tað ikki altíð kann verða sunnudagur. Á leiðini møtir hann øllum hinum vikudøgunum, og lærir at hvør dagur hevur sítt at bjóða.
Leikurin er fyrst og fremst ætlaður børnum sum eru 5 til 7 ár, men øll eru sjálvsagt vælkomin.










