Dukkuleikurin »Dansa so væl og leingi«, sum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í apríl, verður eisini at síggja á ólavsøku.
Rakel Helmsdal hevur skrivað handrit, evnað bæði dukkur og pall umframt at vera dukkuførari, meðan Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnar. Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at leikurin er lýsir lívsins størstu viðurskifti, millum annað lívið sjálvt, longsul, kærleika og vinalag.
Tilsamans vera seks sýningar í gróthúsunum í Grasgarði um ólavsøkuna, og fyrireikararnir eggja serliga ommur og abbar at koma til dukkusjónleik saman við sínum børnum og barnabørnum.