Mikudagin fer Dugni at heiðra eini fyritøku, sum hevur víst sosiala medábyrgd í ár 2009. Vinnarin fær tí sokallaðu Kærleikskúluna 2009. Mikudagin 25. november kl. 11 skipar Dugni saman við Listasavni Føroya fyri
hátíðarløtu í Listaskálanum í sambandi við, at tann fyrstu útgávuna av
Kærleikskúluni ella ?The Globe of Goodwill? verður avdúkað.
Á hátíðarløtuni fer stýrið fyri Dugna at heiðra eini fyritøku, sum hevur
víst sosiala medábyrgd og hevur gjørt føroyska arbeiðsmarknaðin meiri
rúmligan, og handa henni Kærleikskúluna 2009. Dugni ynskir við hesum
átakinum at vísa á, at virkir og stovnar, sum seta í starv fólk við skerdari
arbeiðsorku, eru sera týðandi fyri okkara samfelag.
Enn er ikki greitt hvør hevur sniðgivið kúluna, men fyrirskiparar siga, at kærleikskúlan 2009 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum.
Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna
2009, og hvat sniðið ímyndar.