TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Alllan Mørkøre, deildarleiðara hjá Dugna á Hjalla, og Ásu Olsen, forkvinnu í stýrinum fyri Dugna greiða frá serliga degnum hjá Dugna í dag.
Dugni hátíðarheldur, at tey hava fingið nýggjan stjóra, nýggjan deildarleiðara á skúlanum við Áir. Samstundis fær fyrsti lærlingur hjá Dugna lærubræv. Hon kom á Dugna ígjøgnum Almannamálaráðið og nú fær hon lærubræv.
Hátíðarhaldið í Tinghúsinum á Hjalla byrjar klokkan 15 í dag. Í ljóðbrotinum greiða Allan og Ása eisini frá virkseminum hjá Dugna.