– Kærleikskúlan 2013 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2013, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar, sigur Kristina T. Larsen, stjóri í Dugna.
Hetta er fimta árið, at Dugni gevur Kærleikskúluna út. Undanfarnu fýra ár hava hesi listafólk sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patusson 2009, Sigrun Gunnarsdóttir 2010, Hansina Iversen 2011 og Zacharias Heinesen 2012.
Á hátíðarløtuni fer Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, at flyta fram røðu og Karin Kjølbro, fer vegna stýrið fyri Dugna, at heiðra eina virðiligari fyrimynd.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur er akkurát eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.
Kærleikskúlan 2013 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 28. november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá fólki.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
– Kristina T. Larsen, stjóri á Dugna bjóðar vælkomin.
– Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, flytur fram røðu.
– Kærleikskúlan 2013 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.
– Karin Kjølbro, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2013 til eina virðiliga fyrimynd.
– Ábit og drekkamuður verða at fáa.
– Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2013 henda dagin í Listaskálanum.