Kærleikskúlan 2012 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2012, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
Á hátíðarløtuni fer Karin Kjølbro, vegna stýrið fyri Dugna, at heiðra eini virðiligari fyrimynd.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, flytur fram røðu.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur er akkurát eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.
Kærleikskúlan 2012 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 4. desember til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá fólki.