Í dag hevur Dugni hátíðarhildið, at 60 ár eru liðin, síðani Karolina Petersen, sáli, stovnaði ALV og setti gongd á virksemið, sum byrjaði við skúla á niðurløgdu hvalastøðini við Áirnar í 1956. ALV skifti í 2009 navn og samleika og eitur nú Dugni.
Rundi dagurin er hátíðarhildin bæði á Hjalla, har móttøka var fyrrapartin, við Áirnar, har miðmáli var á miðdegi, og í Kambsdali, har kaffi- og kakuborð hevur verið seinnapartin.
Fyrrapartin fingu vit orðið á Hedvig Johansdóttir, stjóra á Dugna, sum bæði greiddi frá um, hvat Dugni er og ger, og um sjálvan dagin í dag.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.