Dugnaskapur og áræði hittast á Tvøroyri

- Eg kann ikki annað enn frøast og hava bjartastu vónir, nú lunnar verða lagdir undir hetta nýggja pelagiska virkið her í býnum. Hetta er eitt úrslit av, at dugnaskapur og fíggjarorka ganga saman upp í eina hægri eind, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi tingmaður, nú eitt nýtt arbeiðspláss verður skapt í heimbýi hansara.

Við ávísing til fólkini handan Varðan í Gøtu vísir hann á, at teir hava prógvað, at tað verður farið fram við skili, so letur næstan alt seg gera.

- Tað er júst hetta skilsemi og hesin dugnaskapur, sum hevur fingið eyguni á fólkunum í felagnum Varðanum at hyggja henda vegin. Eingin ivi man heldur vera um, at teir hava sæð okkurt av sær sjálvum í virkseminum hjá Delta: At her er eitt virksemi, sum verður borið uppi av dugnaskapi og áræði, sigur Jóannes Eidesgaard.

Gøtumenn vita, hvat tað merkir at veksa seg upp frá næstan ongum. Tað var tann tíð eisini fyrst í 90´árunum, har flaggskipið hjá gøtumonnum gamli Tróndur í Gøtu mangan lá tungt í sjónum – ikki av fiski, men av fíggjarligari tyngd.

- Men við treiskni og áræði hildu teir á, og nú telist felagið millum tey sterkastu í landinum , vísir hann fegin á.

- Eg taki tað sum rættiliga givið, at flestu tvøráfólk og suðuroyingar eru samd við mær í hesum. Tað er týðiligt at merkja, at allastaðni, har tú kemur í hesum døgum, so gleðast fólk um ætlanina. Eitt er gott at vita, og tað er, at hevur mann fólkið við sær, so er so ótrúliga nógv vunnið.