Dugnaskapsroynd eru tað so nógvir føroyingar, ið hava. Men fáir hava tikið hesa royndina umborð á seglbáti.
Seinasta árið hava vit báðir, Hans Korsgaard og undirritaði, lagt til rættis eina longri kulinariska ferð gjøgnum kanalirnar í Evropa. Ætlanin er at fráferðin verður úr Danmark, og síðani gjøgnum áir og kanalir í Týsklandi, Hollandi, Belgia og Fraklandi. Endastøðin verður onkunstaðni á fronsku miðarahavsstrondini. Ein túrur, vit hava sett millum tveir og tríggjar mánaðir av til. Seinni er so ætlanin at fara víðari, fyrst og fremst í sjálvum Miðarahavinum.
Men áðrenn vit kunnu gera ferðina, skulu vit hava dugnaskapsprógv og eitt sonevnt kanal koyrikort. Og her er tað, at 37 fót seglbáturin, Galathea, kemur inn í myndina. Ikki við kanalkoyrikortinum, men við dugnaskapsroyndini.
Í okkara ídnu sigling á alnetinum, detta vit ein dagin á heimasíðu hjá Nordsjællands Sejlerskole. Hetta er skúli, sum millum annað bjóðar út skeið í dugnaskapsroynd. Skeiðið tekur ikki fleiri mánaðir á kvøldskúla, sum vit kenna tað hiðani úr Føroyum, men eina viku. Meldar tú teg til, býrt tú umborð á Galatheu í eina viku.
Fýra skúlanæmingar
Tað er ongin stórur skúlaflokkur, talan er um. Pláss er fyri fýra næmingum umborð á Galatheu. Haraftrat er so lærarin, Preben. Hann er uppaldur í danska herinum, men hevur so stóran tokka til sjógvin og til sigling, at hann fór úr herinum og stovnaði Nordsjællands Sejlerskole.
Vit fýra, Hans Korsgaard, Regin Joensen, Simme Jacobsen og undirritaði vóru spentir sum smádreingir henda góðveðursdagin í Charlottenlund. Vit hava verið ein túr á Bakkanum, og standa nú í havnini í Skovshoved í Charlottenlund. Og har liggur hon, innbjóðandi við bryggjuna, Galathea. Hesin sjey ára gamli 37 fót seglbáturin av slagnum Hansa. Ein framúr havsiglari, verður sagt um hana.
Enn er skiparin og lærarin ikki komin oman á “støðna”. Vit skimast dúgliga og gita. Har kemur ein stuttur maður við stórum búki, vaggandi. Nei, vit eru samdir um, at hatta líkist ikki einum hermanni, so hatta mann ikki vera Preben. Og tað var tað heldur ikki. Men so kemur ein høgur maður mest sum marsjerandi oman eftir bryggjuni. Hann er fattur, slakar tveir metrar høgur og álvarsamur.
Hatta mann vera hann, letur í einum. Og tað var tað.
Eftir at hava innrættað okkum, Hans Korsgaard og Regin Joensen og forkahúttuni, og Simme Jacobsen og undirritaði í afturkahúttini í bakborði (skiparakahúttin er í stýriborði), greiðir skiparin okkum frá, hvussu næsta vikan er løgd til rættis. Fyrrapart er bóklig frálæra í millum øðrum navigering, lanternum og víkiskyldum. Seinnapart er frálæra í sigling við seglbáti. Hetta er sunnukvøld, og ferðin byrjar morgunin eftir.
Dugnaskapsroyndin byrjar
Tað er mánamorgun, og fyrsti tímin í bókligari frálæru er byrjaður. Vit hava júst etið morgunmat, nýbakað rundstykkir, egg og annað gott. Veðrið er vánaligt. Sólin fjalir seg handan myrku skýggini, vindurin hvínir millum óteljandi mastrarnar her í bátahylinum í Skovshoved, og “næmingarnir” umborð á Galatheu eru so smátt farnir at stúra. Eftir døgurða skulu vit út at sigla.
Um fýratíðina hendan dagin stevna vit út úr havnini í Skovshoved. Skiparin hevur lagt okkum lag á, so tað er so skjótt, at seglini eru sett. Tað eru einir 14 metrar um sekundið ímóti. Kósin verður sett móti svensku oynni Ven. Vit undrast. Ber tað veruliga til at sigla við lutfalsliga nógvari ferð ímóti? Bara við seglum? Og jú, tað ber væl til. Ikki beint ímóti, men næstan.
Tað er sjaskveður. Undirritaði er farin í drakt, sum skal eitast at vera vatntøtt. Men tá vit nakrar tímar seinni stevna inn í havnina við Kyrkbacken á Ven, eri eg gjøgnumbloyttur. Onkur hevur eitt vet av sjóverki, men annars eru vit væl fyri. Hetta var ein spennandi og ikki sørt hørð byrjan.
Umleið 350 fólk búgva á Ven og oyggin er partur av Landskrona kommunu. Oyggin liggur góðar sjey kilometrar frá Danmark, og umleið 4 kilometrar frá Svøríki. Her eru trý búpláss, og havn er í øllum teirra. Hetta er væl dámt útferðarmál, bæði hjá svium og dønum.
Upprunaliga hoyrdi Ven til Danmark, men sambært søgufrøðingum hevur Ven verið partur av Svøríki síðan 1654.
Úr havn í havn
Morgunin eftir, tá morgunmaturin er farin niðurum, er tónleikur á bryggjuni á Ven. Simme hevur funnið harmonikuna fram, og tónarnir fara flúgvandi út millum fólk, sum ganga framvið. Fleiri steðga, og lýða á hugnaligu tónarnar. Og soleiðis gongur restin av vikuni. Frálæra fyrrapart, sigling seinnapart, og hugni – við harmoniku og sangi um kvøldið.
Av Ven leggja vit kósina móti Helsingør. Haðani til Helsingborg. Síðan leggja vit at landi í øðrum smáum svenskum havnum, áðrenn leiðin varð løgd móti “gjørdu” oynni Flackfortet, sum liggur lutfalsliga stutt út fyri Keypmannahavn.
Sum vit sigla hendan dagin, miðskeiðis í Oyrasundi, fer eitt kent skip fram við okkum, gamla Norrøna. Tað fer eitt suð ígjøgnum okkum føroyingar hesa løtuna. Hon sigur okkum eitt ella annað, gamla Norrøna. Vit hava allir havt okkara góðu upplivingar umborð á henni. Hon ímyndar nakað gott, nakað jaligt, sum ongin okkara dugir at seta orð á. Erriskap av onkrum slagi, kanska. Hetta, okkara fyrrverandi flaggskip.
Aftur hendan dagin gera vit fleiri venjingar, serliga mann yvir borð-venjingar. Meiningin er jú, at vit skulu kunna gera alt við seglum, og uttan motor.
Um sekstíðina hetta kvøldið stevna vit inn í havnina á Flackfortet. Oynna, sum danska verjan lat gera frá 1910 til 1914. Oyggin var gjørd sum liður í at verja Keypmannahavn, og herurin nýtti hana heilt fram til 1968. Á oynni er reistur ein stórur bygningur við einari ørgrynni av gongjum, og pláss var á sinni fyri 550 hermennum.
Í dag eigur ein svii Flackfortet, og hon verður nýtt sum ferðamál burturav. Her er handil, ein framkomin matstova, minigolf, ein rúgva av grillum, sum vitjandi kunnu nýta, og mangt annað.
Eftir at hava gingið ein túr á spennandi oynni, endaði eisini hetta kvøldið við harmonikutónleiki og sangi. Tað var heppið fyri okkum allar, at hava ein tónleikara sum Simma við okkum umborð.
Dagin eftir, sunnudagin, var próvtøkudagur. Og próvtøkan snúi seg bæði um tað bókliga og tað praktiska, t.e. sigling við seglum, mann yvir borð royndir o.s.fr. Og burtur sæð frá tí, at veðrið var um at forkoma royndini (í minna lagi av vindi) gekk bara væl. Allir fingu dugnaskapsprógv – eisini í sigling.










