11. juni fingu 11 næmingar prógv í dugnaskaparroynd í motorlæru. Tað er Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, ið skipar fyri hesi undirvísing. Dugnaskaparprógvið veitir rættindi at passa motorar við framtøkumegið upp til 612 HK í heimasigling, t.e. innan fyri 200 fjórðingar. Undirvísingin var á Maskinmeistaraskúlanum, skeiðið byrjaði í oktober 2002. Undirvíst varð í maskinlæru, ravmagnslæru, kølitøkni, eldsløkking og tænastukunnleika.
Fremra rað: f.v. Alfred Haraldsen, Tórshavn, Heini Heinesen, Argir, Tórshavn, Páll Nielsen, Tórshavn. Aftara rað: f.v. Napoleon Nólsoy, skúlastjóri, Bárður Olsen, Tórshavn, Grethard Poulsen, Tórshavn, Jógvan Hendrik Sigurstein, Tórshavn, Kaj Vilhelmsen, Hoyvík, Gordon Hofgaard, lærari.
Á myndini vanta: Petur Elias Debes, Miðvágur, Kartni Fornagarð, Tórshavn, Ragnar Justinussen, Tórshavn, og Terji Sigurdsson, Tórshavn.