Dugnaloysi á Dimmalætting

Hákun Djurhuus, stjóri
------

Síggi í mánadagsblaðnum, at Dimmlætting borðreiðir á forsíðuni, inni í blaðnum og í oddagreinini við “gølu” á SEV.
Nei, Georg og tit onnur á Dimmalætting, her er ongin gøla hjá okkum. Men kanska er hon at finna á Dimmalætting. Tit gera í blaðnum minst tveir major brølarar. Búskapargreining tykkara er bæði mangulfull og skeiv. Og tá ið vit vísa til røttu kelduna at tosa við, so gera tit onki við tað.
Í gjáramorgunin umleið kl 8 bleiv eg av Georg L. Petersen spurdur tveir spurningar: Hví broytingar í avskrivingarmannagongdini hjá SEV? Eg vísti til Jarðfeingi (ið nú umsitur uppgávur hjá fyrrverandi Elveitingareftirlitinum) og á navngivnan persón hjá stovninum at práta við. Seinni spurningurin var, um ikki avleiðingin av broytingunum var, at árliga avskriving felagsins bleiv 30 mió.kr. hægri? Hetta kundi eg ikki játta, og svaraði eg, at avskrivingar felagsins seinastu árini hava ligið støðugt.
Hví serfrøðin á Dimmalætting ikki ómakar sær at spyrja Jarðfeingi um broytta avskrivingarháttin, kann man bara gita um, men hetta er í øllum førum sera vánaligur journalistikkur. Havi higartil havt ta fatan, at rættleikin av tí skrivaða vigar tungt hjá teimum, sum liva av hesum, men tað finnast í hvussu er nøkur undantøk á Dimmalætting.
Um serfrøðin á Dimmalætting hevði ómakað sær at hugt í roknskapir hjá SEV fyri seinastu árini, hesir liggja tøkir á alnótini, so høvdu teir eisini fingið sjón fyri søgn. Avgerðin hjá fyrrverandi Elveitingareftirlitinum um, at SEV skuldi rætta avskrivingartíðarskeiðið fyri ognirnar hjá felagnum viðførdi ikki størri broyting í avskrivingar-upphæddini, sum tað eisini framgongur av roknskapum felagsins. Hetta tí longda avskrivingartíðarskeiðið upp á ognirnar hjá SEV viðførir bæði hækkandi og lækkandi avskrivingar av ognunum. Avskrivingarnar hava ligið nokk so støðugt um 50 mió. kr. seinnu árini. Sostatt vilja vit staðfesta, at broytti avskrivingarhátturin ikki er orsøkin til, at SEV noyðist at hækka prísin.
Mín niðurstøða til skriving tykkara í blaðnum í gjár, er, at tit fáa dumpikarakter. Handan uppgávan má simpulthen gerast umaftur. Eg kundi sjálvandi eisini skrivað loysnina fyri tykkum báðar, Georg og Svein, men júst sum tey siga í skúlanum, so veit eg, at tit læra meira av, at tit sjálvir skriva uppgávuna av nýggjum.
Havi hug at endurgeva úr danska reklamuheiminum: “det er en OM’er”.