Klaksvík:
? Eg eri ikki í iva um, at hetta eru sera dugnalig fólk, sum eru farin undir hesa stóru verkætlan við at knýta fleiri av norðoyggjunum upp í meginøkið, segði Eyðfinn Reyðberg. Hann sigur millum annað, at tað var hugaligt at síggja, hvussu nágreiniligar fyrireikingarnar hava verið til tunnilin. Her hugsar hann serstakliga um tíðarætlanina, sum sigur, at tað verður koyrandi um hálvt triðja til trý ár.
? Tíðarætlanin er vælgjørd, og tað hevur verðið tikið hædd fyri møguligum seinkingum eisini. Og tað er bara gott, heldur Eyðfinn Reyðberg.
Nógv hevur verið tosað um ta øktu ferðsluna, sum fer at verða í Klaksvík, tá tunnilin er komin. Men Eyðfinn heldur, at tað møguliga kann verða eitt sindur yvirdrivið. Hann vísir á, at tað koyra dagliga um 1.100 bilar út til Norðoyrar, sum liggur beint uttan fyri Klaksvík, sambært talvum, sum Dávur Reinert Hansen hevði undir sínari frágreiðing.
? Klaksvíkingar hugsa ikki um, at tað koyra so nógvir bilar út handan vegin um dagin. Tað er tí, at tað er í jøvnum streymi, og tí haldi eg, at tað tykist yvirdrivið við øllum hesum tosinum um ta øktu ferðsluna, sigur sparikassastjórin.
Dávur Reinert Hansen ásannar, at tað kanska er nakað um tað, men hann vísir á, at tað er neyðugt.
? Hetta er ein verkætlan, sum helst skal vara í mong, mong ár eftir, at hon er komin, so tað er onki at siga til, at tað verður farið fram við størsta varsemi, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Norðoyatunlinum.