Helgi Abrahamsen
????????????????????
Seinasta leygardag hevði Tjóðveldisflokkurin eina grein í Dimmalætting, sum kallaðist "Tað ber til".
Endamálið við greinini var at billa Føroya fólki inn, at fullveldisætlanin búskaparliga hongur saman. Ein talva var eisini saman við greinini, og hon skuldi líkasum undirbyggja pástandirnar sum stóðu í sjálvari greinini.
Føroyskur búskapargrunnur við donskum pengum
Sambært greinini og talvuni, byggir øll tillagingarætlanin hjá landsstýrinum á ein búskapargrunn.
Fyrstu ferð hesin grunnur varð nevndur, var tá landsstýrið endaliga fekk staðfest, at dreymurin um 15 ? 20 ára skiftistíð úr danska statskassanum ikki gjørdist veruleiki. Tá varð sagt, at landsstýrið nú fór at skipa sína "egnu tryggu skiftistíð".
Men nú vísir rokniarkið hjá Tjóðveldisflokkinum, at um grunninum skal verða lív laga, so má hann fáa blokkstuðul úr Danmark, annars verður hann tómur longu í 2003.
- Soleiðis royndist "okkara egna trygga skiftistíð" tá til stykkis kom.
Brúka somu pengar tvær ferðir
Einastu føroysku pengarnir í búskapargrunninum er sjálvt stovnsfæið.
Í fleiri ár hevur landskassin undir verandi heimastýrisskipan havt yvirskot, og hetta yvirskotið er sett inn í Landsbankan. Nú er so ætlanin hjá fullveldislandsstýrinum at taka eina milliard úr Landsbankanum, og seta hana í búskapargrunnin. Hesin peningur skal síðani flytast yviraftur í landskassan til alment forbrúk (700 mió. krónur fyrsta árið, og síðani skal upphæddin minka við 50 mió. krónum fyri hvørt eftirfylgjandi árið).
Men tað løgna er, at tað sæst ongastaðni á útreiðslusíðuni á talvuni hjá Tjóðveldisflokkinum, at 1 mia. krónur verða tiknar úr Landsbankanum í 2001. Men tá peningurin kemur innaftur í landskassan, verður hann kortini roknaður sum inntøka.
Tað vil siga, at somu krónur koma tvær ferðir inn í landskassan, uttan at tær nakrantíð verða tiknar út ímillum.
Við at taka 1 milliard út, og síðani seta hana innaftur, verður landskassin á pappírinum 1 milliard krónur ríkari. Ein freistast til at spyrja, hví landsstýrið so ikki ger hetta sama kynstrið fleiri ferðir, fyri harvið at gerast uppaftur ríkari.
Krógva veruleikan
Nú veit eg, at ein roknskapur kann setast upp á nógvar ymiskar mátar, og tá tað er ein búskaparfrøðingur, sum hevur gjørt hasa talvuna, loyvi eg mær at ganga út frá, at hon er innanfyri allar galdandi reglur.
Eg ivist tó onga løtu í, at endamálið hjá Tjóðveldisflokkinum við at nýta talvuna í fjølmiðlunum, er at krógva veruleikan fyri Føroya fólki. Føroyingurin má ikki sleppa at síggja, at sjálvt um vit skuldu fingið blokkstuðul úr Danmark heilt fram til 2012, so hevði loysingarætlanin kortini ikki hingið saman. Føroyingurin má ikki síggja, at ein milliard hvørvur "í allari stillheit".
Hvussu verður so støðan við einans 4 ára skiftistíð?