Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
??
Tað er ein stór uppgáva, at røkja okkara sambond út í heim, sambandið við Danmark og samskiftið við hini Norðurlondini og við okkara nærmastu grannar. T.d. Stóra Bretland.
Føroyar eru tað land, sum hevur longsta felags mark við Stóra Bretland. Tí hava vit sjálsagt eisini nógv felags áhugamál. Tað eru ótaldir samstarvsmøguleikar, vinnumøguleikar, fiskivinnumøguleikar, handilsmøguleikar, granskingar- og útbúgvingarmøguleikar at røkja, bara her. Taka vit so Danmark, Norðurlond og partar av Evropu afturat, so er tað beinan vegin greitt, at vit tosa um eina ógvuliga stóra uppgávu.
Heldur enn at føra føroyskan tvídrátt millum tjóðveldi og samband niður á danating, til lítlan sóma fyri føroyingar, skulu okkara fólkatingsumboð lofta teimum møguleikum, sum altjóða leikpallurin bjóðar fram.
Henda uppgáva kemur afturat dagligu gongdini á Christiansborg.










