HANNOVER: Rúni Nolsøe er vanliga kendir sum liðskiparin á besta mansliðnum hjá HB, sum fyri stuttum gjørdist føroyameistari í fótbólti. Hetta átti í øllum førum at sagt nakað um, at maðurin dugur at spæla fótbólt, men á landsliðsferðini prógvaði hann, at hann eisini hevur aðrar gávur.
Millum tiltøkini, sum vórðu fyriskipað fyri áskoðarunum, sum vóru við á fótbóltsferðini til Litava, var eisini ein kapping, har úrslitið av dystinum leygardagin skuldi gitast.
Rúni var einasti av luttakarunum, sum gitti rætt, so hóast hann ikki kundi fegnast um litaviska sigurin, so mundi tað tó vera ein troyst, at hann bestur at gita úrslit, og sum løn fyri hetta fekk hann eisini eina Danmarkferð.