Dugi ikki at síggja nakran vanda fyri nýggja Smyrli

? Hvørki skipasmiðjan ella spanska stjórnin hava nakran sum helst áhuga í, at eitt viðskiftafólk skal koma illa fyri av eini avgerð hjá ES, sigur Reidar Nónfjall, sum gjørdi sáttmálan um nýggja Smyril

Nýggi Smyril

? Eg dugi ikki at ímynda mær, at nakar vandi er fyri nýggja Smyrli
Tað sigur Reidar Nònfjall, sum var stjóri á Strandferðslurin.
Reidar Nónfjall var stjóri á Strandferðsluni, tá ið samráðst varð um sáttmálan um nýggja Smyril og tað var eisini hann, sum gjørdi sáttmálan lidnan.
Nú í vikuni visti Útvarpið at siga, at spanska skipasmiðjan, sum byggir skipið, hevur fingið stuðul frá spanska landskassanum, men at hesin stuðulin hevur verið í stríð við ES-reglur. Sostatt skal skipasmiðjan betala spanska landskassanum heilar fýra milliardir aftur.
Tað hevur reist spurningin, um Skipasmiðjan fer at klára at gjalda peningin aftur, og um vandi av tí sama er fyri, at nýggi Smyril ikki verður liðugur. Ella um vandi er fyri, at landið fer at missa pening, sum tað longu hevur goldið fyri Smyril.
Tað heldur Reidar Nónfjall ikki.
? Vit høvdu fremstu løgfrøðiligu ráðgevingina í ríkinum til taks, tá ið vit gjørdu sáttmálan og vit hava tryggjað okkum so væl, sum yvirhøvur tilber, sigur hann.

Fara at gera alt
Reidar Nònfjall vísir á, at tað eru bara fimm mánaðir til nýggi Smyril skal vera liðugur og tað er stutt tíð í hesi verðini.
? Tí kann eg ikki ímynda mær annað enn at skipið verður gjørt liðugt.
Hann er eisini sannførdur um, at hvørki skipasmiðjan ella spanski staturin hava nakran sum helst áhuga fyri, at eitt viðskiftafólk skal koma illa fyri av eini ES avgerð.
? Tí fara tey at gera alt fyri, at halda sáttmálan og tí ivist eg heldur ikki í, at vit hava trygd fyri at fáa skipið. Í allar ringasta føri kann tað verða eitt sindur seinkað, men tað trúgvi eg heldur onki uppá, sigur Reidar Nónfjall.
Men skuldi tað óhugsandi hent, at skipasmiðjan fer í gjaldssteðg beinanvegin av hesum her, ivist eg ikki í at ein avtala fæst um at gera skipið liðugt.
Og eydnast tað ikki í Spania, verður tað onkra aðrastaðni.
Hann vísir eisini á, at tað er innbygt í sáttmálan, at skipið skal gerast liðugt, og tað er ikki nakað, sum kann verða skúgvað til viks.
Tað kann eisini vísast á, at skipasmiðjan, sum bygdi nýggju Norrønu, fór í gjaldssteðg, men tá varð avtala gjørd um, at Norrøna varð gjørd liðug.

Sera góð trygd
Hann vísir eisini á, at talan er um eitt skipasmiðjusamtak, sum spanski staturin eigur og tað skuldi verið ein hampiliga góð trygd.
? So er ikki okkurt heilt annað galið, sum vit onki vita um enn, dugi eg als ikki at ímynda mær, at hetta skal fáa nakrar sum helst avleiðingar fyri byggingina.
Men so leggur hann afturat, at skuldi okkurt annað verið galið, ivast hann ikki í, at Skipasmiðjan hevur skyldu at greiða Strandferðsluni frá tí.
Hann sigur, at annars var tað ongin loyna, at talan var um eina skipasmiðju, sum hevði givið hall. Tað er ein sannroynd, at tað hevur verið arbeiðsloysi í Spania eins og alla aðrastaðni. Tað er heldur ongin loyna, spanski statskassin hevur sprænt pening í skipasmiðjuna fyri at halda henni gangandi, eins og føroyski landskassin so mangan hevur gjørt.
? Men hatta hevur onki við nýggja Smyril at gera. Tað, sum vit tryggjaðu okkum, var, at skipasmiðjan ikki fekk ólógligan stuðul til nýggja Smyril, sum kundi elva til trupulleikar og tað fingu vit trygd fyri frá okkara ráðgevarum, sum eru teir fremstu á økinum.
Somuleiðis vísir hann á, at skipið er komið rættiliga langt áleiðis.
?Alt tað, sum er gjørt og goldið, eigur føroyski landskassin. Sostatt eigur landskassin skipið, sum tað liggur nú. Harafturat er full bankatrygd fyri tað, sum er goldið í forskoti.

Kunnu draga málið út
IZAR- skipasmiðjusamtakið, sum byggir nýggja Smyril, er ein ovurhonds stór fyritøka. Talan er um nýggju skipasmiðjur og virki runt um Spania. Talan er um næststørsta skipasmiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í øllum heiminum.
Sostatt er talan um ein sannan risa, so hóast fýra milliardir er ein sera stór upphædd, er tað ikki vist, at tað fer at enda á skipasmiðjuni.
Tað liggur heldur ikki í kortunum, at peningurin skal fella til gjaldingar her og nú.
Reidar Nònfjall ivast eisini í, um Skipasmiðjan uttan nakað, fer at góðtaka eina eyka rokning frá ES upp á fýra milliardir.
? Tað er væl hugsandi, at teir fara víðari við málinum, so at endaliga avgerðin sostatt verður drigin út og tað kunnu saktans ganga fleiri ár, áðrenn ein endalig avgerð er fallin, sigur hann.
?Og nýggi Smyril skal altso avleverast longu um fimm mánaðir, minnir hann á.