Dugdu væl at leita eftir semjum

Bæði arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir rósa semingsmonnunum fyri eitt sera hegnisligt arbeiði semja er um, at teir eiga stóran heiður av, at tað eydnaðist at skriva undir nýggjan sáttmála í morgun

Tá ið tað eydnaðist at finna semju ímillum tey fimm arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar í morgun, var tað ikki minst semingsmonnunum fyri at takka.

Bæði arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir rósa semingsmonnunum, Terja Sigurðssyni og Símuni Absalonsen fyri avbera hegnisligt arbeiði.

- Semingsmenninir gjørdu eitt gott arbeiði, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur, at semingsmenninir gjørdu nógv burturúr at ganga ímillum partarnar og tí vistu tey alla tíðina, hvat lá á borðinum.

- Teir spældu alla tíðina við púra opnum kortum og sostatt kom semingsuppskotið ikki óvart á okkum, tá ið tað kom. Tað var ein sera góður máti at arbeiða upp á, sigur Ingeborg Vinther

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at Semingsmenninir komu tíðliga við eini skitsu, sum síðani varð bygt út og broytt so hvørt.

- Sostatt vistu vit, nokk so nágreiniliga, hvat kom at standa í semingsuppskotinum, longu tá ið tað varð lagt fram, sigur hann.

Eisini Jan Mortensen gevur semingsmonnunum heiðurin av, at tað hepnaðist so væl.

- Teir eiga avgjørt rós uppiborið fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði. Teir arbeiddu nógv, vóru ógvuliga virknir og gingu íðuliga ímillum partarnar. Teir høvdu eisini hugflog og tóku ymisk viðurskifti við, sum ikki eru vanlig at hava við í eini seming, eitt nú spurningin um starvsaldur og skiftivakt. Annars plaga semingar mest at snúgva seg burturav um tímalønir, men alt hetta gjørdi avgjørt sítt til, at tað hepnaðist at finna semju, sigur Jan Mortensen.


Ongar semingar líkjast

Sjálvir hevur Terji Sigurðsson ikki so góðan hug til at gera so nógv burturúr teirra leikluti.

- Semingsroyndirnar hava verið drúgvari enn tær tykjast, tí vit høvdu samband við partarnar væl áðrenn vit settust á Hotel Føroyum á miðdegi í gjár.

- Vit hava havt samband við partarnar hvør í sær í alla farnu viku, sigur hann

Hann heldur ikki at teir tilvitað løgdu ein øðrvísi taktikk hesuferð, enn teir hava gjørt áður.

- Ongar semingsroyndir eru eins og tað eru ongar semingsroyndir, sum eru lættari ella torførari enn aðrar.

- Tað, sum gjørdi, at tað endaði við semju, var, at báðir partar kendu sína ábyrgd, hóast teir upprunaliga vóru rættiliga ósamdir, sigur Terje Sigurðsson.

Sjálvur vil semingsmaðurin ikki siga, hvussu nógv sáttmálin gevur í lønarhækkingum og sostatt, hvussu nógv, hann kostar arbeiðsgevarunum.

- Tað kann vera ymiskt, hvussu partarnir lesa og tulka sáttmálan, so tað er ikki ein spurningur, sum vit fara at leggja okkum út í, sigur Terje Sigurðsson.