HB hevði møguleika fyri trivaligari leiðslu, áðrenn EB/Streymur svaraði aftur og hevði møguleika at vinna
1-1 við Margáir millum meistararnar í HB og EB/Streym, sum heldur seg hava grundarlag fyri ætlanum at vera við í toppstríðnum.
Tá ið Dagfinn Forná hevði bríkslað fyri síðstu ferð, skundaðu spælararnir sær undir tak. Beinanvegin eftir fyrsta bríksl fór veðrið at arga, og nógvi vindurin spældi stórt puss, so tað ikki varð skipaða fótbóltsspælið, ið tað kann roknast við, at hesi bæði liðini eru før fyri at diska upp við.
Í fleiri ár hevur Fróði Benjaminsen gingið undan og átt størsta lutin í, at FM heiti eru endað í HB húsinum. Tað var týðuligt, at liðformaðurin framvegis er svangur eftir at vinna og at vera við í málskjótingini. Andrew av Fløtum var sentralur í uppspælinum, og hóast René Tórgarð bjargaði eftir fyrru royndina, so megnaði Fróði at seta hol á.
Tá restaðu fimm minuttir av 1. hálvleiki, og HB leiðslan helt, inntil tjúgu minuttir undan dystarenda. Leif Niclasen javnaði, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði lagt innfyri úr vinstru. Møguleikin stóðst av, at HB misti í uppspælinum í høgru. Í sovornum støðum hava sundalagsmenninir so ofta víst, hvussu vandamiklir teir eru, og tað eru teir framvegis.
– Umstøðurnar vóru torførar, og tá ið alt kemur til alt, so er tað ivaleyst í lagi, at tað endaði javnt. Vit høvdu møguleikar at økja um leiðsluna, men vit tóku ikki av, og so svaraðu teir aftur, var viðmerkingin hjá HB liðformanninum Fróða Benjaminsen.
Meðan HB var í kendari uppstilling, so vórðu tríggir nýggir menn á EB/Streyma liðnum. Millum teirra Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen, sum mannaðu vongverjarnar og harvið tiptu fyri skjótu HB gjøgnumbrotunum í borðunum.
– Tað var torført at fáa orduligt fótbóltsspæl í lag. Vit vístu góðan hugburð og komu afturíaftur. Síðstu løtuna vóru vit omaná, hóast vit høvdu vindin ímóti, og vit høvdu møguleikar at skora sigursmálið, men úrslitið mundi vera á einari leið, staðfesti nýggi EB/Streyma spælarin Jónas Tór Næs.
Umframt Jónas og Pól Jóhannus var miðvallarin Høgni Madsen eisini nýggjur á EB/Streyma liðnum.
Nógv hevur verið tosað um, at HB við Poul Ingason, sum er komin úr TB og í Gundadal, hevur fingið nýggjan álopstrumf. Poul Ingason var ikki á dómaralistanum leygardagin. Hann var á 1. deildarliðnum, sum í gjár spældi ímóti TB.