Politiið var til dømis boðsent oman í býin í gjárkvøldið, har tveir vóru komnir upp at toppast. Annar varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar.
– Tá man ferðast í býnum skal man uppføra seg innan fyri ein ávísan karm, men tað gjørdi hann ikki, sigur vakthavandi og leggur aftrat, at viðkomandi helst fær eina bót fyri tað.
Sindur seinni, beint aftaná 4 tíðina, kom fráboðan av Kaldbaksvegnum. Okkurt var fokið av einum bili á ein annan bil. Bilurin fekk skaða, men bilførarin fann ikki útav, hvør átti hin bilin. Viðkomandi bilur er vælkomin at geva seg til kennar, sigur politiið, tí tað kann vera vandamikið, um man ikki tryggjar bilin nóg væl á vegnum. Í síðstu viku datt ein steinur av einum øðrum lastbili beint á bilin aftanfyri, men lukkutíð hendi eingin persónskaði tá. Politiið heitir á bilførarar um at tryggja sær, at einki fýkur av, og at alt er í lagi, tí tað kann vera alvorligt, um farmur dettur av, og tað kann eisini føra til bót.
Eitt sindur aftaná midnátt gjørdi politiið nakrar ferðmátingar millum Fjarða.
Har blivu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra for skjótt - annar 115 og hin 107.