Duga ov illa at síggja møguleikar

Føroyingar eru ov skjótir at síggja forðingar ístaðin fyri møguleikar. – Vit eru sjálvi størsta forðingin, sigur Eirik Suni Danielsen, sum eigur og rekur Gjáargarð, sum eisini hevur bás á Vestnorden Travel Mart

Ein trupulleiki innan føroyska ferðavinnu er at føroysku veitararnir duga ov illa at síggja møguleikar heldur enn forðingar.

- Tá tað oysir niður, hava vit lyndi til at fella í fátt og halda tað vera keðiligt fyri útlendsku ferðafólkini, sum skulu uppliva okkara landi. Veruleikin er tó, at sendur tú eitt ferðafólk út at hyggja eftir fossum og áum, tá tað regnar av grimd, koma tey altíð væl nøgd heimaftur, tí tey hava fingið eina uppliving, tey ikki fáa aðrastaðni, sigur Eirik Suni Danielsen, sum fyri átta árum síðani fór undir at reka Gjáargarð við Gjógv.


Væl vitjaða bygdin

Tað er eingin loyna, at nógv ferðafólk vitja við Gjógv. Ógvuliga nógv. Sambært Eirik Suna Danielsen er orsøkin rættiliga einføld. Gjógv liggur væl fyri.

- Fyrst og fremst er plaseringin av bygdin góð. Tað tekur bara ein tíma at koyra úr Havn og norður til Gjáar. Harafturat ber til at síggja rættiliga nógv á túrinum norður, greiðir Eirik Suni Danielsen frá og heldur fram:

- Ein onnur orsøk til at bygdin er so væl vitjað er eisini tí, at vit hava eina rættiliga stórsligna náttúru, sum ferðafólk verða ógvuliga hugtikin av. Umframt hetta so hevur tað eisini týdning fyri ferðafólk, at til ber at fáa okkurt til matna á staðnum, og at vesiviðurskiftini eru í lagi. Og tað er tað við Gjógv, sigur Eirik Suni Danielsen.


Eiga at luttaka á VTM

Gjáargarður er eisini umboðaður ímillum teir tíggju føroysku básarnir, sum eru at síggja í Hørpu, teir tveir dagarnir Vestnorden Travel Mart er.

- So leingi Vestnorden Travel Mart er, so eiga vit sum føroyskir aktørar innan ferðavinnuna at luttaka. Mann kann siga sum so, at vit fáa als einki burturúr við ikki at vera við, sigur Eirik Suni Danielsen, sum dámar væl at møta teimum fólkunum, hann javnan samskiftir við umvegis telefon og teldupost.

- Eg haldi, tað er týdningarmikið, at vit her kunnu møta teimum, sum eru kundar frammanundan, og at vit samstundis koma í samband við møguligar framtíðar kundar. Á eini slíkari messu hittir tú fólkum innan ferðavinnuna, sum tú kanska annars ikki vildi hitt, og á tann hátt er hetta eisini við til at viðlíkahalda og uppbyggja eitt netverk, sigur Eirik Suni Danielsen.