Duga ikki at varðveita søgur til eftirtíðina

og tað er spell, sigur Tórir Mikkelsen, sum saman við pápa sínum ger podcastið "Pápi og Eg"

Á Youtube liggur eitt podcast, sum eitur "Pápi og Eg". Hetta er podcast við práti millum feðgarnir Tønnes og Tórir  Mikkelsen. Prátini eru um leyst og fast, og tey eru sera ymisk. Í summum pørtum verða vesiviðurskifti umrøtt, og í øðrum er tað kreativitetur ella  dómadagsprædikantar.

 

 

– Eg havi ofta leitað eftir evnum at gera podcast um, og eg og pápi hava ofta góðar samrøður, so eg valdi at leggja tær á Youtube, sigur Tórir Mikkelsen, sum saman við pápa sínum ger podcastið "Pápi og Eg", í Góðan Morgun Føroyar í morgun.

 

 

– Vit tosa frítt frá livrini. Vit fáa intim prát, sum ikki eru væl klipt ella poeraði. Tað er styrkin við einum podcasti, sigur hann víðari.

 

 

– Eg haldi, at vit duga øgiliga illa at varðveita søgur til eftirtíðina. Vit hava menniskju rundan um okkum, sum hava nógvar áhugaverdar søgur, men tær verða ikki varðveittar, og eg haldi, at tað er spell, at royndirnar og minnini fara í søguna, sigur hann. 

 

 

Sendingarnar kunnu hoyrasst her