Grønlendingar duga at fáa 199,90 krónur fyri kilo fyri turkaða heila lodnu, men einki slíkt finnur tú í Føroyum.
Soleiðis, sum sæst á etikettini á hesum posa, er veruligi kiloprísurin fyri turkaða heila lodnu 199,90 krónur, men henda dagin, vøran varð keypt í Brugsen Nuuk, var hon upp á tilboð fyri 129,90.
Soleiðis kostaðu tey 0,518 kilo'ini 67,29 - í staðin fyri 103,55 krónur, sum veruligi prísurin annars er.
Nú skulu vit á In.fo ikki gera okkum klók upp á hetta, men pakkin við turkaðari lodnu og prísurin, sum vøran verður seld fyri, eru fakta.
Í Leirvík hava vit Høvdavirkið, sum turkar høvd og annað av fiski, og har hava tey ivaleyst roynt eitt sindur av hvørjum - eisini til føroyska marknaðin.
Men, kemur tú inn í ein føroyskan matvøruhandil, sært tú einki slíkt sum turkaða heila lodnu á hillunum, sum forrestin smakkar rættiliga væl hjá einum, sum dámar væl turkaðan fiskamat.










