Duga eisini við einum lægri miðalaldri

(Rás2) Víkingar kunnu fegnast um at hava vunnið oddasessin í kvøld

Teir "gomlu" mennirnir, Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen og Fróði Benjaminsen vóru ikki við í kvøld, tá Víkingur vann ein góðan 1-0 sigur á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. Samstundis leikti KÍ javnleik 2-2 ímóti NSÍ, og er Víkingur nú á odda í effodeildini við betri málúrtøku enn KÍ.

 

Sølvi Vatnhamar heldur skemtandi fyri, at tað er gott, at Víkingur eisini kann klára seg við einum miðalaldri undir 30 ár.

 

Hon iðrar seg tó um, at hann og aðrir liðfelagar brendu upplagdar málmøguleikar og ikki lukkaðu dystin, og tá so EB/Streymur fekk ein risamøguleika kundi gingið galið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Sølva Vatnhamar á Rás2 fyrr í kvøld.