Útlendingaprát
Skotini milllum Landsstýrið og føroyska ítróttarheimin hava verið nógv hesa seinastu tíðina. Heilt nógv. Leiðarar av ymsum slag og politikkarar úr ymsum flokkum hava allir havt sína fatan av støðuni við útlendingum í føroyskum ítrótti, men mitt í øllum meldrinum eru tað eisini menniskju, sum alt málið snýr seg um.
Tørvur á smidligari skipan
Ein av teimum, sum eftir øllum at døma verður raktur av nýggju reglunum, er Neista-málverjin, Zeljko Jotic. Málverjin, sum fyri fáum døgum síðani varð kosin hin besti her á landi, men sum nú tykist standa í eini støðu, har tað kann verða ivasamt, hvørt hann sleppur aftur til Føroya at virka.
Týskvøldið settu vit Zeljko - ella Jota sum hann vanliga verður róptur ? stevnu úti á Argjum, har hann hevur búleikast hesi árini, sum hann hevur leikt við Neistanum. Og hóast hann sjálvsagt harmast um nýggju regluna, sum nú tykist verða sett í gildi, so sigur hann seg partvíst skilja argumentini hjá landsstýrismanninum.
- Eg havi sjálvur verið á Fiskavirking nú í nøkur ár, og eg dugi væl at síggja munin, tá vit skulu taka ímóti fýra og ikki fjúrtan tonsum. Tað sigur seg sjálvt, at tað skapar minni arbeiði, og tá verða tað ofta útlendingar, sum verða fyrst raktir. Politikkur er nú einaferð soleiðis, at politikkarin alla tíðina vil skapa eina menning á sín máta, og so henda slík ting.
- Og eg eri heldur ikki so øðiliga ósamdur í øllum hesum, men har eru tó fleiri onnur ting, sum gera seg galdandi.
- Er ætlanin at gera eina smidligari skipan, so taki eg fult og heilt undir við tí. Tað hevur víst seg, at hvørt ár, tá søkjast skal um innferðarloyvi eru stórir trupulleikar og long bíðitíð. Er politiskur vilji at hava ítróttarfólk í landinum, so mátti mátti tað borið til at stytt hesa tíðina.
- Og vil politiski myndugleikin innføra eitt slag av semi-professinalismu, so er tað eisini í lagi. Tað vildi í nógvum førum gjørt tað eitt sindur greiðari fyri bæði leikarar og feløg. Tá vildi feløgini í størri mun verið fyritøkur, og tað kundi kanska í ávísum førum verið ein fyrimunur.
Missa inspiratión
Sjálvur hevur Jota bæði holla vitan og drúgvar royndir innan hondbóltsvenjing, og tí hevur hann kanska eisini eitt størri grundarlag enn tey flestu til at meta um ítróttarligu atlitini, sum eiga at takast í einum slíkum máli. Seinasta árið hevur hann verið venjari hjá dreingja- og útlendingaliðnum hjá Neistanum, og yvirhøvur hevur hann fingist nógv við venjing, síðani hann kom til landlið fyri fýra árum síðani.
Og tá vit spyrja, hvørt hann metir, um talan kann gerast um ógvusligar ítróttarligar avlieðingar fyri eitt nú føroyskan hondbólt, so hevur hann kanska hug at draga eitt lítið sindur báðar vegir.
- Tað er klárt, at hetta kann kosta nógv. Feløgini fara ikki at hava ráð at hava fleiri útlendingar í hópinum, og tí verður tað eitt ítróttarligt bakkast fyri fleiri feløg.
- Onkur vil kanska siga, at tað verður ein fyrimunur hjá ungum leikarum, sum skjótari sleppa framat besta liðnum, tí útlendsku leikararnir ikki longur standa fyri, og tað kann í ávísum førum vera rætt. Men ikki altíð.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at tú lærir nógv meira, tá tú dagliga ert saman við góðum leikarum. Eitt konkret dømi er ársins stjørnuskot frá í fjør, Ragnar Stakksund, sum hevur spælt við okkum í Neistanum. Hann hevur í ár kunna vant saman við Buha, sum kemur beinleiðis úr bestu jugoslavisku deildini. Tað er heilt greitt, at hann til hvørja venjing hevur kunna lært nakað, og tað er við til at hækka hansara støði.
- Sjálvandi kanst tú síggja ein útlendskan leikara í sjónvarpi, og læra nakað av tí, men tað verður ongantíð tað sama, sum tá tú hvønn dag venur saman. Her haldi eg, at føroysku ítróttur kann missa nógv, um útlendingatalið verður skorið so kraftiga, sum tað nú er líkt til.
Finni meira fisk
Sjálvur hevur Jota tó framvegis eina vón um, at tað skal bera til hjá sær at spæla aftur í Føroyum, og hann hevur eisini sítt varisliga boð uppá, hvussu hetta kann loysast politiskt.
- Finni meira fisk. Tað er so tann einfaldasta loysnin, sigur hann fyrst við einum smíli.
- Nei. Heilt erligt, so dugi eg illa at síggja, at vit skulu taka so øgiliga nógv arbeiði frá nøkrum her á landi. Fyrst og fremst tí ítróttarfólkini ikki eru so øgiliga nógv í tali, og var tað ein trupulleiki, so kundi tað møguliga verið loyst við at gjørt tíðaravmarkingarnar strangari.
- T.d. kundu boðini til mín verið, at tú spælir hondbólt frá september til apríl, og so kanst tú arbeiða her tann partin av árinum. Tað vildi kanska ikki veri tann besti hátturin fyri allar leikararnar, og kanska einaminst hjá mær, nú eg eri komin eitt sindur upp í árini, og helst vil hava nakað av friði í lívinum, men fyri ítróttin kundi tað kanska verið ein liviligari loysn.
- Og so er heldur eingin sum sigur, at vit útlendingar bert kunnu arbeiða í fiskivinnuni. Sjálvur havi eg t.d. starvast í átta ár á einum arkitekt-virki í Jugoslavia, so eg meti meg eisini hava aðrar kvalifikatiónir. Tað tykist mær bara, sum um alt prát um útlendska arbeiðsmegi snýr seg um fisk, og tað er at seta tingini eitt sindur ov einfalt upp.
Ítróttur og politikkur
Sum kunnugt, so byrjaði alt rumblið í útlendingamálinum av álvara, tá tað kom fram, at pappírini hjá tveimum VB-leikarum ikki vóru soleiðis, sum tey skuldu vera.
Sjálvur var Jota tá ein av teimum, sum noyddist á politistøðina at skjalprógva síni rættindi, og tað er lítið at ivast í, at hetta fyri honum kendist sum ein alt annað enn hugalig støða.
Nú vit nakrar mánaðir seinni royna at fregnast, hvussu tað kendist at hálvgum verða kriminaliseraður, tykist málverjin tó hava lítlan hug at tosa um hetta.
- Eg kann bara siga, at hatta virkaði ikki serliga »fair« fyri mítt viðkomandi. Mær vitandi hevur VB øll árini havt fulla útlendingakvotu. Nú hevur munurin bara verið tann, at tey eisini høvdu góð úrslit, og tí vildi onkur royna at koppa teimum á annan hátt.
- Tað vísir bara enn einaferð, at tá tú blandar ítrótt og politikk saman, so gongur galið. Tað hava vit alt ov nógv dømi uppá, og tað er sum so tað, sum eg havi at siga um akkurát hatta málið. Fyri mítt viðkomandi vóru pappírini eisini í lagi, so meira enn tað sama hevði eg ikki við hetta at gera, sigur hann.
Heimins besta land
Prát okkara um hondbólt og útlendingapolitikk er at enda komið, og meðan kaffikrússið verður tømt og tubbakkið guvað liðugt, situr Jota og vísir myndir frá heimbýnum í norðara partinum av Jugoslavia.
Úr sama býi ? og sama felag ? hava Føroyar fingið leikarar sum Dorica Tomic, Iljan Topic, Dejan Lacok, Blagoje Buha og so Jota sjálvan, og longu nú hava fleiri føroyingar eisini verið har á vitjan. Millum annað tá Dorica Tomic varð giftur fyri ári síðani.
Um góðar tvær vikur setir Jota so eisini sjálvur kósina tann vegin, og tað er einki at ivast í, at honum nú leingist eitt sindur heim. Ikki minst hava seinastu mánaðirnar verið drúgvir, tí konan og børnini hava verið í Jugoslavia, men tað tykist kortini, sum vónar hann, at tey øll kunnu koma aftur til Føroya næsta ár.
- Tit hava í øllum førum heimsins besta land. Serliga hjá børnum. Her er at kalla eingin kriminalitetur. Børnini kunnu spæla úti, tá teimum lystir, og tær nýtist næstan ikki at óttast nakað sum helst. Eg sigi ikki, at veðrið ikki kundi verið eitt sindur betri, men tað er so tað einasta. Í allar aðrar mátar hava tit tað einastandandi, sigur jugoslavin at enda, áðrenn prátið aftur fellur á forvitnisligu myndirnar úr jugoslavia, og landakortið, har til ber at fylgja rutuni, sum hann nú fer undir at koyra.










