Duga eins væl

Olga Østerø, koyrilærari heldur ikki, at konufólka bilførarar eru verri fyri enn mannfólkini, tá tað kemur til at koyra bil.
- Nei, eg vil ikki beinleiðis siga, at tær duga verri at koyra enn menn, men tær hugsa kanska bara meira um eitt nú fylgjurnar av at koyra skjótt enn mannfólk gera, heldur Olga.
Hon sigur, at nógv mannfólk hugsa seg ikki nóg væl um, tá teir seta seg handan rattið, tí tað sum oftast ræður meira um at síggja cool út og nógva ferð hjá mannfólkunum. Og tí kann tað lata til, at teir dominera nógv í ferðsluni heldur enn kvinnurnar.
- Konufólk duga óivað líka væl at koyra sum mannfólk, men munurin er hugburðurin. Konufólk eru varnari, tá tær seta seg í ein bil, og tað er helst av tí, at tað ofta verður sagt, at tær ikki duga at koyra bil.
Eitt annað, sum ofta hevur verið ført fram í sambandi við konufólk og bilar er, at konufólk duga so illa at bakka og parkera, men tað er Olga ikki samd í heldur.
- Tað hevur altíð verðið sagt, at tað liggur verri fyri hjá konufólkunum at bakka og parkera, men her kemur tað varna aftur inn í myndina. Tær eru varnari enn mannfólkini, og tí kann tað lata til, at tær ikki eru líka væl fyri sum mannfólkini.
Olga hevur nógvar næmingar í sínum koyriskúla, og hon sigur, at hon hevur eisini fleiri tilkomin konufólk, sum ynskja at fáa koyrikort.
- Tað gongur væl hjá teimum, og ofta ynskja tær at fáa koyrikortið, tí tær hava eitt starv, sum krevur tað ella tí maðurin er vorðin sjúkur, greiðir Olga frá.
Hon heldur ikki, at konufólk eru verri bilførarar. Tær hugsa bara skilabetri og meira um fylgjurnar av ov høgari ferð í størri mun enn mannfólkini.