Dubultmoralskar mammur

Havgrímur Johannesen, sum eigur Eclipse, er skelkaður av atfinningunum í sambandi við Skúmparty fyri 15 ára gomul.

Børn og ung

Rigmor Dam og Inna Törnroos

Rigmor@sosialurin.fo

inna@sosialurin.fo


Spurdur, um hann hevði lovað sína 15 ára gomlu dóttur at luttikið í einum tílíkum tiltaki, sigur hann, at hann kundi ikki droymt um at skipa fyri nøkrum, sum hann ikki sjálvur kundi staðið inni fyri.

- Mammurnar, sum fílast á hetta, eru frustreraðar og dubultmoralskar, sigur hann.

Hann sigur, at tey flestu, hann hevur tosað við, hava verið positiv, og hann skilur als ikki atfinningarnar um, at 15 ára gomul eru ov ung at fara í skúmball.

- Tey vita ikki hvat tey tosa um, tey hava ikki roynt eitt skúmball sjálvi, men hava bara sæð myndir av hesum á netinum, sigur hann við Sosialin.

Spurdur, hví hann skipar fyri tí,sigur hann soleiðis:

- Eg geri hetta, tí vit hava útgerðina her í Føroyum, og so avgjørt ikki við vinningi fyri eygað.

Her kunnu vit viðmerkja, at tiltakið fyri 15 ára gomul fríggjakvøldið kostar 150 krónur, og at leygarkvøldið kostar 350 krónur við fríari barr, og tá er aldursmarkið 18 ár.