Dubai: Hóast eld lendi flogfarið trygt

- Okkara roynda manning fylgdi ásettu mannagongdunum og helt fram við ferðini, sigur talsfólk fyri FlyDubai.

Á myndini sæst, at eldur er í motorinum stutt eftir fráferð úr altjóða floghavnini í Katmandu í Nepal.

Eitt Boeing 737-800-flogfar lendi í kvøld trygt í lufthavnini í Dubai, eftir at eldur var komin í ein av motorunum, meðan flogfarið var á flogi.

 

Tíðindastovan Reuters veit at siga, at orsøkin til eldin, var, at flogfarið rendi á ein fugl. 

 

Tað var, tá flogfarið hjá FlyDubai fór á flog av Tribhuvan-flogvøllinum í Katmandu, høvuðsstaðnum í Nepal, at flogfarið rakti fuglin.

 

Við flogfarinum vóru 167 ferðafólk.

 

Eftir tilburðin helt manningin, at ráðiligt var at halda fram við ferðini til Dubai.

 

- Okkara roynda manning fylgdi ásettu mannagongdunum og helt fram við ferðini, tá tey høvdu staðfest, at motorurin riggaði, sum hann skuldi.

 

Tað sigur eitt talsfólk fyri flogfelagið, FlyDubai í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum tíðindastovan Reuters endurgevur.

 

Flogfarið, sum lendi nakað eftir midnátt lokala tíð í kvøld, verður nú kannað á flogvøllinum í Dubai.

 

 

 

Á myndini sæst, at eldur er í motorinum stutt eftir fráferð úr altjóða floghavnini í Katmandu í Nepal.