Duathlon
Sunnudagin 16. mars skipaði Føroya Triathlon Felag (FTF) fyri fyrstu einstaklinga fleirítróttakappingini í ár. Hesaferð varð kappast í svimjing og renning.
Fyrst var svomið í Svimjihøllini, teinurin var 750 metrar. Síðani var runnið 5 km. frá Svimjihøllini, fram við Strond til Sparikassan, og aftur til Svimjihøllina.
Í kappingum sum hesari, eins og triathlon, er skiftið millum ítróttagreinirnar av alstórum týdningi, her kann ein íðkari sum einki vinna tað aftur sum hann eitt nú hevur mist í svimjingini. Ofta verða skiftini rópt gloymda ítróttagreinin.
Ikki var møguligt at fáa svimji-, skifti- og rennitíðirnar við hesaferð, men tá næsta kapping verður um miðjan apríl, verða millumtíðirnar við.
Úrslitið hjá monnum var hetta:
1.Bogi Lemvigtíðin: 28:47
2.Hallur Stakssundtíðin: 31:42
3.Dia Jacobsentíðin: 33:10
4.Eli Christiansentíðin: 33:53
5.Gunnar Dahl Olsentíðin: 34:44
6.Evald Rasmussentíðin: 37:42
7.Kári Simonsentíðin: 40:09
Hóast fleira høvdu boðað frá at tær komu við, so var bara ein íðkari hjá kvinnunum.
1. Rannvá Jacobsentíðin: 38:18
Í grandprixnum er støðan hjá monnum hendan:
1. Bogi Lemvigstig40
2. Hallur Stakksundstig34
3. Dia Jacobsenstig 30
4. Eli Christiansenstig 26
5. Gunnar Dahl Olsenstig23
6. Evald Rasmussenstig20
7. Kári Simonsenstig18
Hjá kvinnunum er grandprixstøðan hendan:
1. Rannvá Jacobsenstig40










