Duathlon
Hesaferð var so kappast í súkkling og renning. Súkklað var av Oggjarvegnum, áraka Kleynisvarða og oman til Krákugjógv t.e. við hjá Meinhart Arge.
Síðani bleiv runnið niðanaftur. Teinurin var 3,1 km, og var súkkluferðin hjá onkrum súkklara um 85 km/t.
Tá súkklað verður við so nógvari ferð, er av alstórum týdningi, at súkklarin lítir á, at ikki óviðkomandi bilar o.a. kemur inn á kappingarteinin.
Til hetta fekk FTF so hjálp frá politinum, umframt at felagið sjálvt hevði sett vaktir at ansa startmálinum og staðnum, har skift varð.
Tveir íðkarar høvdu fjallasúkklu í staðin fyri rasarasúkklu, og fingu teir góðskrivað 30 sek, tí fjallasúkklurnar rulla seinni undan brekkuni. Munurin vísti seg tó ikki at vera so stórur, sum roknað varð við, og tí er avgerð nú tikin um, at næstu ferð verður góðskrivingin av hesum bara 15 sekund.
Tað gjørdist Dia Jacobsen, sum vann kappingina. Endaliga úrslitið varð annars hetta:
Dia Jacobsen17.59,28
Eli Christiansen18.28,05
Evald Rasmussen19.59,33
Kári Simonsen20.50,91
Robert Vilhelmsen21.59,09
Komandi sunnudag kl 1300 verður so seinasta kappingin hjá Triathlonfelagnum í ár, og er kappingin eisini dysturin um FM-heitið á 1/8 triathlon teininum. Hetta er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.
Saman við triathloníðkarunum verður eisini The Dream Team frá Ljósinum. Hetta eru kvinnur, sum hetta fimleikaárið stuttleika sær við at royna nógv sløg av ítrótti, sum ikki altíð hava nakað við fimleik at gera.
Tær fara a royna seg á 1/12 triathlonteininum, sum verður lagaður soleiðis:
Fyrst verður svomið 350 m í Svimjihøllini, síðani súkklað 10 km eftir Norðara Ringvegi, Fram við Strond til Skansan tvær ferðir, og so til seinast skifta til renning við Skógrøkt Landsins, og runnið verður tríggjar ferðir eftir Hvítanesvegnum, Skraddaragøtu og gøtunum hjá Skógrøktini, til málið við høvuðsportrið hjá Skógrøktini.