Dryppar á allar deildirnar

Níggju feløg í bestu deildini fáa 70 prosent av 1,28 milliónum, meðan 2. deild fær ein fjórðing og lægri deildir eisini fáa eitt lítið sindur

Øll feløg, sum eru umboðað í føroysku fótbóltskappingunum hava nú møguleika at fáa pengar burturúr Europa Cup kappingini fyri meistaralið. Sambært munnligu framløguni hjá Dániali Andreasen á FSF aðalfundinum leygardagin, so hevur FSF nevndin samtykt, at upphæddin, sum FSF frá UEFA fær lutað burtur av yvirskotinum av europeisku meistarakappingini skal lutast soleiðis:
70 prosent skulu lutast millum feløgini í 1. deild ? burtursæð frá felagnum, sum umboðar Føroyar í kappingini. 25 prosent skulu fara til feløgini, sum hava sítt besta lið í næstbestu deildini, og fimm prosent skulu fara til feløgini, sum hava sítt besta lið í 3. deild ella í lægri deildum enn so.
Talan er um ikki so lítlar upphæddir. Í fjør var talan um fyri føroyskan fótbólt tilsaman 272.700 sveisiskar frankar ella 1.280.000 krónur. Skipanin hevur verið galdandi í fýra ár, men á heysti í 2002 broytti UEFA ásetingarnar soleiðis, at tað nú bara er meistaraliðið, sum ikki kann fáa burturav pengunum.
UEFA hevur ásett treytir til feløgini, sum tey skulu lúka fyri at fáa lut í hesum pengunum. Ein er, at felagið ikki skal taka lut í europeisku meistarakappingini hetta árið, og ein onnur er, at feløgini fyri at fáa lut í pengunum skulu hava egna ungdómsvenjaraætlan fyri allar aldursbólkar frá 12 ára aldri og uppeftir.
Sambært UEFA er tað upp til FSF at gera av, um gjaldast skal til øll feløg ella bert til feløg við liði í 1. deild. Um øll feløg skulu hava eins stóran part ella um útlutast skal eftir ávísum dygdarlykli er eisini upp til FSF at avgera. Tað er eisini upp til FSF at gera av, um reglur skulu gerast fyri at tryggja, at peningurin verður brúktur, sum tað er ætlað.

Treytirnar
Sum omanfyri nevnt, so hevur FSF nevndin gjørt av, at níggju 1. deildarfeløg skulu eiga 70 prosent, 2. deildarfeløgini 25 prosent og onnur feløg fimm prosent.
Í sambandi við samtyktina um, hvussu pengarnir skulu býtast, hevur FSF nevndin ásett treytir, sum feløgini skulu ganga undir, um tey yvirhøvur skulu vera við í býtinum. Ein er, at felagið hevur eina skrivaða og útgreinaða ungdómsmenningarætlan. Ein onnur er, at felagið hetta ávísa kappingarárið luttekur við liðum í minst trimum av hesum deildunum: piltar, gentur 10?12 ár, smádreingir, smágentur, dreingir, gentur og unglingar. Tað ber eisini til at uppfylla hetta kravið við at hava skrivaða avtalu við annað felag um samstarv um ávísa deild.
Triðja kravið, sum FSF setur, er, at útreiðslurnar til ungdómsdeildina í felagnum verða útgreinaðar og settar fyri seg í roknskapinum og vístar sum nota í roknskapinum saman við inntøkuni frá europeisku meistarakappingini.
FSF setur eisini sum treyt, at Fótbóltssambandið, um tað hevur áhuga fyri tí, skal fáa innlit í ella avrit av øllum útreiðsluskjølum, sum eru hildnar sambært triðju treytini. Síðsta treytin er, at útreiðslurnar til ungdómsdeildina hjá felagnum hækka samsvarandi upphæddini, sum fæst í UEFA pengum, og at hesar ongantíð eru minni enn tað dupulta at UEFA meistarapengunum.
Burtusæð frá HB, sum er meistari, og sum fær meiri enn eina millión krónur fyri at taka lut í Europa Cup fyri meistarar, fáa hini níggju feløgini í 1. deild eins nógv burturúr nevndu pengunum. Upphæddin verður 99.555 krónur. Harafturat fáa feløgini, sum taka lut í UEFA Cup og Intertoto Cup, eisini pengar.