Drupu springarar uttan loyvi

 

Leygardagin drupu nakrir mans springarar uttan loyvi. Løgreglan skal geva loyvi at drepa springara, og tá seks springarar vórðu sæddir uttan fyri Borðoyarvík leygardagin, metti løgreglan, at loyvið skuldi ikki gevast.
Hetta tóku umbiðjararnir ikki til eftirtektar, men hildu kortini springararnar til. Einir 20 mans vóru á vágni, men ikki allir vóru við í drápinum.
Løgreglan gav monnunum eina kraftiga átalu. Vakthavandi sigur, at hendir slíkt aftur, so verður sektað. Vakthavandi sigur orsøkina til noktandi svarið vera, at springaradráp skaðar okkara umdømi, og at ongin orsøk er til, at halda so lítlan flokk til.
Teir seks springararnir vórðu bert býttir í drápspartar.
 
Brutu rútar
Rútar vórðu brotnir í tveimum bilum mánamorgunin í eystur- og miðbýnum í Havn. Annars verður boðað frá einum sera friðarligum vikuskifti frá øllum løgreglustøðum kring landið. Av Sandi frætta vit, at ómetaliga nógv fólk var í oynni leygardagin vegna góða veðrið, men annars eitt tað mest friðarliga vikuskiftið í longri tíð.