Gøta: Mánadagin var ein flokkur av springarum funnin uttan fyri Hagaleiti í Leirvíksfirði.
Springararnir vóru riknir til Syðrugøtu, og teir vórðu hildnir til á sandinum har.
Eini 25 bátar og 100 fólk vóru við í rakstrinum og drápinum, og springararnir verða býttir millum hesar.