Síðani 1992 hevur Klaksvíkarkappingin markerað starskotið til nýtt kappingarár í føroyskum fótbólti. Fram til týskvøldið var tó ongan tíð hent, at vinnarin av Klaksvíkarkappingini eisini hevur vunnið FM-heitið, men heldur ikki hetta legði EB/Streymur nakað serligt í. Snøgt sagt hava teir vunnið tað, sum teir hava nortið við í ár, og hví so ikki taka Klaksvíkarkappingina við á vegnum.