- Hendan drunnhvítapisan var á veg á flog - út í heim - tá eg vitjaði Norðuri á Bakka í dag, og pisan var væl fyri.
Tað skrivar Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, á Facebook-síðuni - Koltur - í gjár. Drunnhvíti (hydrobates pelagicus) eigur sløddur í Koltri, serliga í garðsløgum og veggjaholum.
- Drunnhvítin er seinastur at reiðrast og burtursæð frá verpingartíðini, heldur hann seg á víðum havi, skrivaði fyristøðumaðurin herfyri, tá seinasti ungin av øllum vaks í reiðrinum og fór at gerast floygdur um stutta tíð.
Og nú er so eisini drunnhvítaungin í Bønhúsinum í Koltri floygdur, feitur og væl fyri.
- Tað kemur fyri, at drunnhvíti ger sær reiður inni í smáu gróthúsunum í Koltri, kanska tí teir halda, at hetta er ein stór hola. Í mong ár hevur drunnhvíti átt í Bønhúsinum, har timburverkstaðurin í Koltri er nú.
Bjørn Patursson vísir á, at drunnhvítapisa skuldi vera so feit, at teir gomlu kundu brúka hana í staðin fyri lýsikolu, tá á stóð, men hetta hevur helst verið sagt í skemti, heldur hann fyri.
Á heimasíðuni - Fuglar - verður sagt, at drunnhvíti búleikast á sjónum og kemur bert á land at verpa. Verpingartíðin er long, og ungarnir eru leingi í reiðrinum.
- Drunnhvíti verpur undir urðarsteinum og í holum og rivum í klettum og gosgrýtisfláum, og fuglurin flýgur bert yvir land um næturnar, verður lagt aftrat.