Nógvar góðar kreftir máttu í gjár hjálpa til, tá ið fleiri seyðir komu sær óføri í einum pøli av tjøru inni á Sundi í gjár
Í gjár komu fleiri seyðir í óføri í einum tjøripøli beint við elverkið inni á Sundi.
Óvist er, hvør hevur skyldina av, at tjørupølið liggur har, men í gjár hendi so tað, at ein ær og tvey lomb komu sær í óføri í teirri tjukku tjøruni, tí í tí heita veðrinum var blot komið í tjøruna, men tað er ikki innistikað nóg væl.
Lombini vórðu so illa dálkað, at tey stóðu ikki til at bjarga, men ærina fingu tey reinsa so frægt, at hon yvirlivdi.
Dagur og Vika segði í gjárkvøldið, at ein bóndi misti eisini eitt lamb í sama pøli fyrr í vikuni.
Í gjár fóru tey so undir at tyrva pølið at forða fyri fleiri óhappum, men áðrenn teir komu so langt, var ein seyður afturat komin sær í óføri.
Men honum fingu teir so eisini bjargað og nú er pølið so tyrvt, sigur løgreglan.