Søværnets Operative Kommando (SOK) í Danmark hevur nú mist allar vónir um at finna tveir útróðrarmenn á lívi, sum leygardagin fóru at seta gørn í einum lítlum báti í Jammervíkini. - Okkara meting er, at líkindini at finna menninar, sum vóru 30 og 52 ára gamlir, á lívi, eru eingi.
Tað sigur vakthavandi hjá SOK, Frank Jensen við nordjyske.dk í morgun.
Bæði skip, bátar og tyrlur hava leitað eftir monnunum, sum í eini jollu fóru at seta gørn. Ymiskt, sum menninir høvdu umborð, er funnið, og eisini eru gørn funnin, sum hildin vera at stava frá lítla bátinum.
SOK væntar, at menninir helst eru dotnir fyri borð, tá teir settu gørn síni, men tað veit eingin at siga við vissu.
- Vit hava framvegis kavarar á knattastøðuni, men nú leita vit ikki longur eftir livandi persónum, sigur Frank Jensen, vakthavandi hjá SOK.
Teir báðir útróðrarmenninir fóru avstað klokkan 10.30, og ein tíma seinni ringdi annar upp við sínari telefon. Men síðan tá hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til teir báðar.
Donsk bløð skriva, at útróðrarmenninir høvdu ongar bjargingarvestar í jolluni.
Ljósini, sum síggjast við bilin á myndini, hevur onkur tendrað til minnis um teir báðar, og tey stóðu og lýstu alla síðstu nátt við Rødhus Strand.