Drukna í samanberingini

Neistin-Kyndil hjá kvinnum og KÍF-H71 hjá monnum tykjast fullkomuliga týdningarleysir, sammett við tey bæði brakini, sum verða á skránni leygar- og sunnudagin

hondbóltur

Einki er at ivast í, hvørjir stórdystirnir í hondbóltskappingini eru hetta vikuskiftið.
Sum tað ivaleyst eisini framgongur her á síðunum, so er tað í Vági leygardagin og í Havn sunnudagin, at stóru dystirnir eru á skránni, men tað eru so eisini tveir aðrir dystir, sum skulu leikast.
Kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli hava æruna av at hita upp til mansdystin, men tað er tó langt ífrá, at hesin dysturin hevur sama týdning á stigatalvuni, sum tann hjá monnunum.
Hvussu víkir og vendir, so verður tað helst so, at Neistin endar á fjórða- og Kyndil á niðasta plássinum í kvinnudeildini, og tí tykist eingin ivi vera um, hvat av liðunum fer við stigunum hesaferð. Kyndil hevur tó argað Neistan onkra aðratíð, og so er spurningurin, hvørt tær eisini megna tað hesaferð.
Hjá monnunum verður dystur í Hoyvík kl. 16.00, tá flestu eygu annars munnu vera vend móti høllini á Hálsi. KÍF og H71 hava alt kappingarárið stríðst um at sleppa undan botnsessinum, og við sigri á StÍF slapp H71 sær fyri eina løtu av hesum.
Og líka mikið, hvussu víkir og vendir, so eru hoyvíkingar kanska eisini meira motiveraðir enn kollfirðingarnir í løtuni. Higartil hevur tað hjá H71 mest verið so, at teir hava spilt spæli hjá Kyndli, men í seinasta umfarinum kann væl vera, at tað verður H71, sum skal hava ein fingur við í spælinum, tá Neistin vitjar í Hoyvík.
Undan hesum er tað tó KÍF, sum vitjar, og skulu hoyvíkingarnir tryggja sær, at teir ikki verða niðastir, so skal hesin dysturin kasta tvey stig av sær. Tað sama er tó galdandi fyri kollfirðingarnar, so æran stendur í øllum førum upp á spæl hjá báðum pørtum.