Druknaði tá hann hjálpti øðrum manni

Ein dani druknaði við eina oyggj í Karibia fyrradagin, meðan hann og familja hansara vóru á ferð kring um heimin. Sum skilst á donskum miðlum, var hetta ein ógvuliga keðilig vanlukka.

Hendingin fór fram við oynna Saint Vincent, tá danin fór at hjálpa einum lokalum fiskimanni við at loysa nøkur gørn, sum vóru føst í botni.

Meðan teir stríddust við at loysa gørnini, gjørdist danin fastur í netinum og druknaði.

Maðurin úr Svendborg var skipari á skipinum "Livet", sum er ein sosial verkætlan, har ung við atferðartrupulleikum kunnu sleppa burtur úr sínum vanliga gerandisdegi.

- Hann var eitt gott menniskja, sum vildi hjálpa øllum, ið høvdu brúk fyri hansara hjálp. Hetta er ein stór sorg fyri okkum, sigur Mads Svenstrup, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini við "Livet".