Drúgvir túrar um Skopunarfjørð

Skiparin upplýsir, at Teistin siglir einans nakrar fáar túrar aftrat í dag.

Keðiligt veður hevur í dag argað samferðsluna millum Sandoynna og meginøkið. Teistin sigldi fyrsta túrin á degnum millum Gomlurætt og Skopun, men avlýsti restina av morguntúrunum vegna veður.


Magnus Olsen, skipari umborð á Teistanum, upplýsir fyri in.fo, at Teistin siglir aftur nú, men einans í nakrar fáar tímar aftrat.


- Orsøkin til óregluliga siglingina í dag er brim í Skopun og at tað er óslætt í fjørðinum. Í løtuni er slætt, men seinni í dag kemur eystfallið, og tá verður aftur óslætt. Tí sigla vit síðsta túrin av Gomlurætt klokkan 16.30 og av Skopun klokkan 17.15.


Skiparin upplýsir, at túrarnir í løtuni taka longri enn vanligt.


- Seinasti túrur vardi 45 minuttir, men tað fer helst at økjast til ein tíma seinni í dag. Tá vit løgdu at í Skopun um hálvgum ellivu tíðina í morgun, lógu vit millum annað í eitt korter uttanfyri havnarlagið og bíðaðu eftir betri veðurlíkindum.