Løgreglan fekk um vikuskiftið fráboðanir frá trimum kvinnum um drugrape sunnunáttina. Tað er tá onkur koyrir okkurt doyvandi í drykkin við tí endamálið at lokka kvinnur til kynsligt samband.
Vaktleiðarin sigur, at tað er sera óvanligt, at tey fáa tríggjar fráboðanir um slíkt samstundis.
Hesar tríggjar kvinnurnar siga, at tær hava verið útsettar fyri kynsligum ágangi. Spurd um talan er um neyðtøku, sigur vaktleiðarin, at tað ikki greitt, men í øllum førum talan um kynsligt samband uttan samtykki.
– Tað skal tí vera okkara áheitan á fólk um at vera sera ansins og ikki lata gløs standa, tá tey fara at dansa ella á vesi, um slíkt fer fram í náttarlívinum.
Løgreglan hevur havt nógv at gera um vikuskiftið, tí nógv fólk hava verið í býnum. Eitt stórt heysttiltak var í høllini á Hálsi, har nógv ung vóru. Men eisini fleiri tilkomin fólk vóru í býnum, sigur vaktleiðarin og leggur afturat, at tað sum heild var gott lag á fólki, men eitt sindur rokaligt fyri løgregluna.