Droymir um ein langan túr einsamallur

- Besta upplivingin í 2015 var helst at rógva saman við føroyingum úr Skotlandi til Føroyar, sigur Livar Nysted.

- Vanliga haldi eg jól saman við familjuni, men í ár eri eg umborð á Sjóborg. So, hesi jólini eru heilt sikkurt øðrvísi. Eg havi fingið onkran jólapakka við umborð, so tað skal nokk blíva hugnaligt.

 

Tað sigur Livar Nysted, kendur havrógvari og listamaður.

 

- Vit høvdu eisini onkur pakkaspøl jólaaftan, skiparin las jólaevangeliið, og okkara góði kokkur gjørdi okkum ein góðan dunnurætt. Okkum vantaði einki.

 

Livar sigur, at tað er næstan sum at vera heima um jólini at vera umborð á Sjóborg, tí 1. jóladag var ræst kjøt á skránni.

 

- 2015 hevur veri eitt gott ár við nógvum góðum upplivingum. Besta upplivingin var helst at rógva saman við føroyingum úr Skotlandi til Føroyar. Tað var ein fantastiskur túrur.

 

Hann vísir á, at keðiligastu upplivingarnar vóru, tá sjúka rakti familjuna.

 

- Tað, sum eg havi sett mær fyri í 2016, er at rógva ein longri tein einsamallur, men tann ætlanin kemur nokk at strekkja seg nakað forbíð 2016/2017, sigur Livar Nysted.