- So leingi Føroyar og Danmark hava dýr felagsmál, er støddin á blokkinum “brandaktuell”
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, nú Løgtingið fer at viðgera spurningin um, hvussu stórur blokkurin úr Danmark skal vera hesi næstu árini.
Hann sigur, at danski blokkurin til Føroya eigur at verða “normaliseraður” aftur, sum kann kallar tað.
Tað merkir, at blokkurin skal hækkast 150-200 milliónir krónur.
Hetta er upphæddin, sum blokkurin er lægri um árið av tí, at hann varð frystur fastur fyrst í hesi øldini.
Landsstýrið hevur samráðst við donsku stjórnina um at hækka blokkin, men tað vildi danska stjórnin ikki hoyra talan um
Men Edmund Joensen vónar, at tann næsta, danska stjórnin ikki verið so stívrend ímóti føroyingum, sum hendan stjórnin er.
Tí vónar hann, at vinstriflokkurin fær stjórnarvaldið aftur í Danmark eftir næsta fólkatingsval.
- So skulu tit bara síggja, sigur Edmund Joensen.
Men hann sigur, at tað er neyðugt at halda málinum í kók alla tíðina, og tað ætlar hann sær at stríðast fyri.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat føroyski fólkatingsmaðurin heldur um danska blokkin til Føroya í samrøðu við Hilmar Jan Hansen.
|